|
|
Framsýningin í juli
Nú nógv ferðafólk vitja, sýna vit í juli fram bøkur um Føroyar á ymiskum fremmandum málum.
Tað eru føroyskar fagrar bókmentir og bøkur um føroysk viðurskiftir, og framsýningin broytist, so hvørt sum bøkurnar verða læntar.
Urtagarðurin
 Bókasavnið hevur nógvar bøkur um plantur, urtagarðsinnrætting og møblar til garðin.
Vinnararnir í teknikappingini
Vinnararnir í teknikappingini í sambandi við umhvørvisvikuna vórðu kosnir í fríggjakvøldið á pallinum, har grøna konsertin var. Vinnararnir gjørdust: Marjun Joensen, 6 ár
Ró Holm Magnadóttir, 7 ár
Lív Henriksen, 11 ár
Besta tekning í bólkinum “Børn undir skúlaaldur” vann eitt árshald frá barnabókaklubbanum. Besta tekning í bólkinum “Børn 1.- 3. flokk” vann eitt Nintendo DSI. Besta tekning í bólkinum “Børn 4. flokkur og eldri” vann ein Ipod.
Teknikapping á barnabókasavninum
Í sambandi víð umhvørvisvikuna verður teknikapping frá mánadegnum 3. mai til mikudagin 12. mai. Evnið á umhvørvisvikuni er áin, vágin og fjøran. Á barnabókasavninum fara vit at hava bøkur frammi, sum kunnu nýtast til íblástur.
Besta tekning í bólkinum “Børn undir skúlaaldur” vinnur eitt árshald frá barnabókaklubbanum. Besta tekning í bólkinum “Børn 1.- 3. flokkur” vinnur eitt Nintendo DSI. Besta tekning í bólkinum “Børn 4. flokkur og eldri” vinnur ein Ipod. Vinnararnir verða kosnir fríggjakvøldið 14. mai á pallinum, har tann Grøna konsertin verður. Tekningarnar verða sýndar fram á barnabókasavninum frá mánadegnum 17. mai og vikuna út Tú kanst síggja meira um tiltøkini í umhvørvisvikuni her
|

Ein óvanligur hotellstjóri
Undir borgarakrígnum í Rwanda í 1990-árunum var Paul Rusesabagina hotellstjóri á einum av landsins bestu altjóða hotellum. Hann hevði arbeitt seg upp frá at vera ein vanligur bygdadrongur, og gjøgnum arbeiði sítt var hann komin at kenna nógv ymisk fólk í rwandiska samfelagnum og uttanlands. Tá ógvisligi ófriðurin brast á millum hutuar og tutsiar, gjørdist hotellið hjá Paul ein flóttafólkalega, og hann gjørdi alt fyri at verja hesar "gestir" sínar. Fleiri viðmæli »

Eitt buksuævintýr
Tibby, Carmen, Bridget og Lena eru vinkonur og sera ólíkar í sinni og skinni. Tær hava allar ætlanir fyri summarfrítíðina, men samstundis eru tær harmar, tí at teimum fer at leingjast eftir hvørjari aðrari. Ein dagin, tær eru shoppingtúr, koma tær fram á einar cowboybuksur, sum sita gandakent væl uppi á teimum øllum. Fleiri viðmæli »
|
|